Er tað eitt gott hugskot at steðga við test á greinsuni?
Nú hava landsstýrið og farsóttarnevndin avgjørt at steðga við testing á greinsuni. Hvat fer so at henda komandi tíðina?
Er tað eitt gott hugskot? Nei, tað er steinbýtt!
Eg vóni eg taki feil. Men eg vænti vit fara at innføra testina aftur, um ikki so langa tíð.
Tíverri hevur tað víst seg, at koppsetingarverjan móti smittu fellir skjótari enn vónað og væntað. Tað fer altso at merkja, at um vit steðga kontrol við greinsuni, so skulu vit væntað at fáa stórar smittubylgjur í Føroyum.
Heldigvís eru nógv koppsett. Tey kunnu forvæntað at fáa mildari forløb um tey verða smittaði. Men tey kunnu ikki longur ganga út frá at tey ikki verða smittaði, um smittan gongur í landinum. Um vit steðga við test á greinsunum, merkir tað eisini at ógvuliga nógv av teimum, sum ikki eru koppsett kunnu vænta at verða smittaði. Hetta inniber eisini at sera nógv børn undir 12 ár verða smittaði, tí tey sleppa sum kunnugt ikki at koppsetast enn.
Eg haldi at tað er eitt sindur komiskt, at tann góða smittustøðan í august varð brúkt sum eitt argument hjá farsóttarnevndini, fyri at steðga testina við greinsuna. Testin við greinsuna er jú orsøkin til at tað hevur gingið so væl.
Um vit lýta út í heim, so síggja vit at smittustøðan er vaksandi. Legg merki til ljósagrønu stabbarnar (Europa) í myndini niðanfyri. Tað eru altso eingin tekin til at tað verður importerað minni smitta hesa komandi tíðina.
Men tá so nógv eru koppsett, kunnu vit so vænta at eisini fáa smittubylgjur her? Fyri at svara uppá tað, kunnu vit hyggja at Íslandi og Ísrael.
Ísland
Ísland avtók test við greinsuna, og hevur eftir tað haft sína størstu smittubylgju í pandemiini. Kelda til myndina her.
Tað hevur mann eisini sæð aftur á sjúkrahúsinum. Gott nokk eru nakað færri innløgd enn seinasta vetur, men talið hevur verið høgt. Kelda her.
Tað hevur als ikki bara verið tey ókoppsettu, sum hava verið smittaði. Sera nógv koppsett verða eisini smittaði. (Her skal takast við, at ógvuliga nógv % koppsett í Íslandi, so tí er tað ikki óvæntað at tey eisini fylla ímillum tey smittaðu).
Ísrael
Í Ísrael hevur mann sæð tað sama mynstrið sum í Íslandi. Hóast at sera nógv vóru koppsett, so síggja tey stórar smittubylgjur í samband við at tey opna greinsurnar og lætta restriktiónirnar. Kelda her.
Tað hava eisini verið nógv innløgd í hesari bylgjuni í Ísrael. Kelda her.
Hví avtaka test?
Testin á greinsuni hevur verið ógvuliga effektiv at avmarka smittuna í Føroyum. Nú verður tað ein test frammanundan fráferð, og ein 2 dagar eftir komu. Men báðar hesar eru frívilligar, og tað vita bæði tú og eg, hvussu tað fer at ganga.
Myndugleikarnir fara allarhelst heldur ikki at kanna, um fólk faktisk taka hesa testina aftaná 2 døgum. Tað er sum at halda fyri eyguni, halda ondini, og vóna tað besta.
Eg vil gera tað greitt, at eg haldi heldur ikki at vit skulu fara at avskera okkum frá umheiminum í Føroyum. Men við at halda fast í test á greinsuni, kunnu vit við góðari samvitsku hava greinsurnar opnar. Testin er ein bíligur máti, at halda smittuni niðri.
Um vit bara lata eyguni aftur, so bjóða vit smittuni vælkomnari inn. Testin kundi saktans verið skipað øðrvísi, so at tað var bíligari og lættari, um tað er tað sum er trupulleikin. Tað kundi verið við at brúkt sjálvpoting, spýtt test ella at poola testirnar. Enntá kundi mann valt kviktest. At velja onga test, haldi eg er steinbýtt.
Eg hopi eg taki feil, men eg vænti tað ikki.
#covid19fo