Koronukoppseting í Føroyum, samanborið við Danmark og Ísland
Tað hevur verið nógv tosað um góðu gongdina av koppsetingum í Føroyum, men vit standa aftanfyri okkara grannalond á serliga einum øki. Hví eru so nógv av okkara eldru borgarum ikki koppsett?
Tað eru nú 7 mánaðir síðani at vit byrjaðu at koppseta móti korona í Føroyum. Fyri tað mesta hevur tað gingið væl.
Tað hava verið nøkur óheppin stig á vegnum, sum tildømis tá summi sloppu ov tíðliga framat, og kunningin kundi eisini haft verið betri til tíðir.
Men hvussu er støðan so nú? Tað ber til at síggja hagtøl fyri koppseting her. Eg havi roynt at samanborið hesi tølini deild á aldursbólkar við tilsvarandi tøl úr Danmark og Íslandi, at síggja um vit skilja okkum út (legg merki til, at aldursbólkarnir eru eitt sindur ymiskir).
Her eru tølini fyri Føroyar:
Kelda: https://corona.fo/hagtol-koppseting
Og her fyri Danmark:
Kelda: https://www.dr.dk/nyheder/indland/bliver-boernene-vaccineret-naar-skoleferien-er-ovre-det-haaber-eksperter
Og til síðst fyri Ísland:
Kelda: https://www.covid.is/statistical-information-on-vaccination
Her eru fleiri ting mann kundi tosað um. Ísland hava tildømis koppsett fleiri enn Danmark og Føroyar. Men tey hava eisini brúkt koppsetingar frá Astra Zeneca og Janssen, sum kanska ikki dekka heilt líka væl, sum tær frá Pfizer og Moderna.
Danir hava allatíðina ligið aftanfyri Føroyar í hvussu nógv eru koppsett. Men nú hava tey yvirhála okkum við tal av prikum, og skjótt so yvirhála tey okkum eisini viðvíkjandi liðugt koppsettum borgarum.
Men tað, sum eg haldi fellir allarmest í eyguni, er at tað eru nógv fleiri í bólkinum 60+ sum ikki eru koppsett í Føroyum, samanborið við hini bæði londini! Hví er tað so?
Hetta eru júst tey, sum eru mest í vanda at fáa álvarslig forløb ella doyggja av korona, um tey verða smittaði.
Eru tað praktiskar orsøkir? Ella er kunningin ikki nóg góð?
Í Danmark fáa øll eina persónliga innbjóðing at lata seg koppseta. Hevði tað flutt nakað?
Tað er í øllum føri nakað, sum eigur at vera kannað nærri, og gjørt okkurt við.
Vit sleppa nokk ikki undan korona í bræði. Tí koma vit nokk øll at verða útsett fyri smittu fyrr ella seinni. Tá er tað týdningarmikið, at so nógv sum møguligt av teimum veikastu eru vard.
#covid19fo