Samanbering við Stóra Bretland
Nú tá vit hava fleiri tilburðir, eru nógv sum spyrja um vit ikki bara kunnu lata smittuna fara frítt. Lat okkum hyggja til Stóra Bretlands
Tað var rættuliga ørkymlandi at hoyra talið fyri smittaði hesar dagar!
Fyrradagin vóru 38 smittaði - tað sama sum tann dagin tað áður høvdu verið flest (5. august 2020).
Í gjár vóru so 89 smittaði. Tað er væl meira enn dupult so nógv, sum tann dagin har tað vóru næstflest.
So eru tað fleiri, sum spyrja um vit ikki bara kunnu lata tað fara frítt, tí tað eru so nógv koppsett. Fyri at síggja, hvussu tað kann ganga, so kunnu vit hyggja til Bretlands.
Hví samanbera við Stóra Bretland? Tí tey hava valt, at lata smittuna fara rímuliga frítt. Samstundis er heilsuverkið rættuliga samanberligt í Føroyum og Stóra Bretlandi (Tó at okkara heilsuverk er nógv meira viðbreki, um vit fáa nógvar koronatilburðir samstundis).
Í Stóra Bretlandi eru 73,8% koppsett einaferð og 67,7% koppsett tvær ferðir. Í Føroyum eru tilsvarandi tølini 73,1% og 69,9%. So hesi tølini eru rættuliga lík. Tey byrjaðu at koppseta eitt sindur fyrr í Stóra Bretlandi, so tey síggja kanska eitt sindur skjótari effektina av at koppsetingin missur effektivitet yvir tíð.
Fólkatalið í Stóra Bretlandi eru áleið 67 milliónir fólk. So fyri at fáa samanberilig tøl fyri Føroyar, skulu vit deila við 1200.
Tilburðir
Tey hava haft sera nógvar tilburðir í seinastuni. Um vit samanbera við Føroyar, so svarar tað til 39 dagligar tilburðir.
Innleggingar
Tað verða dagliga innløgd áleið 1000 korona sjúklingar, 8.238 korona sjúklingar eru innlagdir og 892 liggja í respirator.
Hetta svarar til at í Føroyum verður áleið 1 nýggjur innlagdur hvønn dag, 8 eru innløgd og 1 er í respirator.
Deyðsføll
Í Stóra Bretlandi er tað deyð 130 um dagin av korona. Hetta svarar til at ein doyr hvønn 10. dag í Føroyum.
Eg haldi als ikki vit kunnu góðtaka slík tøl í Føroyum eisini. Vit mugu eisini taka hædd fyri, at okkara heilsuverk er munandi meira viðbreki enn tað bretska. Eg ivist stórliga í, um vit eru før fyri at viðgerða so nógvar koronasjúklingar samstundis, og so geva teimum nøktandi viðgerð.
Tá hetta er nevnt, so er als ikki tikið hædd fyri Long Covid. Nú havi eg merkt, og merki enn uppá egnan kropp, hvussu tað er at hava korona. Tað er ikki nakað, vit skulu ynskja, at allir føroyingar verða smittaðir við.
#covid19fo
Gevst nú við tínum ósamanhangandi frágreiðingum. Please. Ella fá tær at hanga saman í onkrum filosofiskum konteksti.