Verjir koppsetingin móti Omicron?
Omicron hevur veruliga tikið ferð á seg. Men um ein hevur verið smittaður áður ella er koppsettur, er mann so vardur móti Omicron?
Nú hevur Omicron veruliga fingið yvirtakið, og mestsum allastaðni í heiminum veksur smittan ógvusliga. Eric Topol kallar tað O sign.
Verja móti smittu
Vit vita at tað er rættuliga avmarka hvussu væl fyrrverandi smitta ella koppsetingin verjir móti smittu tá tað er Omicron frábrigdi vit tosa um. Tað sást fyrst í Suðurafrika, har fólk sum hava verið smittaði fyrr vórðu smittaði aftur í nógv størri mun enn fyrr.
Í einum donskum studie hava tey kanna koppsetingar effektivitetin, og har vísa tey hendan grafin. Grafurin vísur at tað er ein verja á áleið 50% tann fyrsta mánaðin, men so fellir tað markant.
Ífylgi hesum grafinum er tað faktisk størri sannlíkindi at vera testaður positivur aftaná 3 mánaðir, um tú hevur verið koppsettur. Men tað er næstan heilt sikkurt ikki tann veruliga orsøkin til, at hesi oftari eru positiv. Tað er sannlíkt heldur av tí orsøk at tað er munur á atburðinum hjá hesum bólkunum, av tí at tey koppsettu testa seg oftari og kanska eisini hava meira risikofylta atferð so at tey verða smittaði oftari. Tað er als ikki sannlíkt at koppsetingin knappliga aftaná 3 mánaðir førir til fleiri smittutilburðir. Men tað vísur at tá er verjan móti smittu so at siga vekk. Fyrstihøvundurin á hesari greinini skrivar um júst hetta á twitter:
Hvussu so við teimum sum hava verið smittaði fyrr? Tey eru heldur ikki væl vard. Samanborið við Delta, so er risikoin fyri reinfektión økt 5,41 ferðir ífylgi data úr Stóra Bretlandi.
To assess the impact of Omicron on reinfection rates we relied on genotype data, since SGTF is associated with a higher observed rate of reinfection, likely due to reinfections typically having higher Ct values than primary infections and therefore being subject to a higher rate of random PCR target failure. Controlling for vaccine status, age, sex, ethnicity, asymptomatic status, region and specimen date and using conditional Poisson regression to predict reinfection status, Omicron was associated with a 5.41 (95% CI: 4.87-6.00) fold higher risk of reinfection compared with Delta. This suggests relatively low remaining levels of immunity from prior infection.
Verja móti álvarsligari sjúku
Vit kunnu stadigvekk rokna við, at koppsetingin gevur eina verju aftaná at ein er smittaður. Ein teori uppá hví at Omicron klárar so væl at sleppa undan fyrrverandi immuniteti er, at inkubatiónsperiodan hjá Omicron er somikið stutt, at tað megnar at uppformera seg áðrenn immunverjan klárar at berja tað niður. Tað tekur nakrar dagar hjá bæði T-cellunum og B-cellunum at koma í sving, og eftirsum tað gongur so skjótt hjá Omicron, so klárar Omicron at bróta ígjøgnum áðrenn immunverjan er komin upp í ferð. Men aftaná hesar dagarnar, so koma T-cellurnar og B-cellurnar í gongd, og tað ger at smittan ikki verður eins ring, sum hon hevði verið um ein onga verju hevði frammanundan.
Hetta síggja vit, tí at hóast at verjan móti smittu fellur burtur, so er verjan móti álvarsligari sjúku enn til staðar. Tað vil siga, at risiko fyri at verða innlagdur er munandi lægri hjá teimum sum eru koppsett, samanborið við tey sum ikki eru koppsett.
Hendan kanningin úr Suðurafrika, sum er útgivin í New England Journal of Medicine vísti at effektiviteturin fall frá 93% til 70%.
Data úr Stóra Bretlandi vísur at tað var ein verja á áleið 52% móti at verða innlagdur við tveimum prikum aftaná 25 vikur. Men hendan verjan hækkaði til heili 88% hjá teimum sum fingu triðja prikið.
Vit vita ikki enn hvussu stórur vandin er fyri Long Covid við Omicron frábrigdinum. Vónandi er tað nakað lægri, men allarhelst er tað enn ein risiko fyri tí. Har hava vit eisini sæð frá kanningum áðrenn Omicron, at tey sum verða smittaði hóast koppseting, koma seg skjótari enn tey sum verða smittaði uttan koppseting. Tað gevur góða meining, tí kroppurin er betri rustaður til at niðurberja smittuna, eisini sjálvt um verjan ikki er nóg góð til at forða at ein yvirhøvur verður smittaður.
Gevur tað meingin at koppseta seg?
Núverandi koppseting verjir ikki serliga væl móti at verða smittaður við Omicron. Triðja prik gevru eina verju í eina tíð, men aftaná nakrar mánaðir minkar tann verjan sannlíkt eisini. Men verjan móti álvarsligari sjúku er tann týdningarmiklasta, tí tað skal tryggja okkum at okkara heilsuverk kann fylgja við.
Alt í alt, haldi eg at tað gevur góða meining at verða koppsettur, hóast koppsetingin ikki verjir serliga væl móti smittu. Serliga hjá teimum sum eru útsett fyri at fáa álvarslig forløb.
Tí tað sum vit eiga at verða “bangin” fyri, er ikki at bara verða smittaður við korona. Men tað er at fáa langtíðarárin ella at verða álvarsliga sjúkur. Her verjir koppsetingin enn, og tað er einki sum týður uppá at hendan verjan hvørvur.
#covid19fo